Opið hús verður í salinum í KFUM&K í Klaksvík aftaná flaggdagshaldið í Klaksvík mikudagin.
Ein bólkur av ungdómsskótum hjá KFUM&K, ið ætlar sær til Hong Kong í desember mánaða í 2008, skipar fyri stórum tiltaki í KFUM&K í Klaksvík eftir flaggdagshaldið mikudagin.
Tey siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til Flagdagskaffi í KFUM&K, har skótarnir eisini skipa fyri tombola og lutaseðlasølu. Høvuðsvinningurin verður ein ferð fyri tvey á einari av rutunum hjá Atlantic Airways.
Umframt at fáa kaffi, býðst sostatt eisini høvi at stuðla skótunum í ætlanum teirra.
Vit skulu heilsa og siga, at skótarnir vóna dygga undirtøku.
Skótaliðið hjá KFUM&K telur umleið 50 skótar.




