Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørg er nýggjur leiðari í Fjallafípuni

klaksvik.fo

1. apríl tók Bjørg Rasmusardóttir við sum nýggjur leiðari í Fjallafípuni. Bjørg er 40 ára gomul, er búsitandi í Fuglafirði og kemur úr einum starvi sum námsfrøðingur á dagstovninum Gjái við Gøtugjógv.

Sum leiðari í Fjallafípuni kemur Bjørg at hava námsfrøðiligu ábyrgdina á stovninum. Í Fjallafípuni ganga í dag áleið 70 børn í aldrinum 6-7 ár.

Vit ynskja Bjørg bestu ynskir í starvinum.

Harleyfacadeacryl