Fiskiskapurin hevur verið góður hesar dagarnar, eisini hjá teimum, ið seta styttri er væl at fáa. Bragd dróg ídag einar 65 stampar og fekk útivið 10.000 pund. Bjørgvin hinvegin dróg 27 stampar og fekk 3.500 pund, so eisini teir vóru væl nøgdir við dagin, serliga eisini tí prísurin á fiskinum er góður fyri tíðina.




