Fiskiskapurin serliga hjá útróðrinum er vánaligur fyri tíðina. Men soleiðis er ikki við prísinum. Bjørgvin hevur í dag og í gjár fingið 30 krónur kilo fyri hýsuna.
Fiskiskapurin serliga hjá útróðrinum er vánaligur fyri tíðina. Men soleiðis er ikki við prísinum. Bjørgvin hevur í dag og í gjár fingið 30 krónur kilo fyri hýsuna.
Bjørgvin fekk sløk 2000 pund í gjár og tað sama í dag. Nógv av hesum var hýsa. Hýsuprísurin hevur hesar dagarnar verið sera góður.
Tað hendir seg, at teir góðu hýsurnar viga omanfyri kiloini. So tað kann vera at onkur hýsa er farin fyri á leið 50 krónur ella meira. – Men útróðrarmenn hava í seinastuni gramt seg um, at hýsan hevur verið heldur smá.
Hesi 4000 pundini munnu vera seld fyri 50-60.000 krónur. Tað er hugaligt við góðum prísi, tá ið fiskiskapurin ikki er so góður.
Í Lorvík landaði ein smábátur í morgun. Hann hevði 1500 pund á 11 stampum. Heimildarmaður okkara í Lorvík segði, at her vóru nakrar góðar hýsur uppií.
Aðrir lemmatrolarar hava eisini landað í morgun og hava teir eisini fingið sera góðan prís. Meðalprísurin hjá hesum hevur ligið um tær 17 krónurnar.




