Nei, ikki ein bjørn, men Bjørn Kalsø og aðrir góðir fjallmenn. Teir hava verið á fjalli fyri Norðan á Blankaskála. Bjørn bóndi upplýsir at tað gekk væl at reka, men at summarið er farið illa við seyðinum.

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er eisini bóndi á Syðradali.
– Vit hava verið á fjalli fyri Norðan, á Blanskála, sigur Bjørn.
– Tað gekk sera væl at reka, sigur ein vælnøgdur bóndi.
Men Bjørn Kalsø, bóndi heldur at skurðurin er missjavnur. Góð lomb uppi í, men eisini nakað av smáum.
– Veturin, várið og summarið fóru illa við seyðinum, so sjálvt um heystið hevur verið gott, er úrslitið merkt av ringa veðurlagnum, stóran part av árinum, sigur Bjørn Kalsø at enda.
Sum flest onnur, hevur Bjørn Facebook, og hann legði 6 myndir út á Facebook fyrr í dag. Norðlýsið setti seg í samband við hann, til tess at fáa loyvið at endurgeva tær á Norðlýsinum.
Tað var lagamanni og hann sendi eisini eina fitta mynd afturat av nøkrum av fjallmonnunum umborð á útróðrarbáti.
Sí fjallmyndirnar niðanfyri: