icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn á Heygum: Ikki álitisvekjandi fyri Løgtingsins Umboðsmann

John William Joensen

Atfinningarnar hjá Umboðsmanninum móti tveimum aðalráðum vóru somikið álvarsligar, at Løgmansskrivstovan reisti eina tænastamannasak móti aðalstjórunum í Innlendimálaráðnum og Vinnumálaráðnum. Harumframt avgjørdi Løgtingið at kannast skuldi um revsimál skuldi reistast móti landsstýrismennirnar Bjarna Djurholm og Jacob Vestergaard. Men tá samanum kom bleiv einki burtur úr.

Løgtingsins umboðsmaður kom í 2010 við nógv umrøddu frágreiðingini um sonevnda grannskoðaramálið og hendanfrágreiðing førdi til stórt politiskt rumbul, og fleiri kanningarstjórar vóru settir umframt at fjølmiðlar dømdu fleiri navngivnar persónar uppá forhond.

NORÐLÝSIÐ hevur sent nøkrum advokatum nakrar spurningar um teirra meting av hvar málið liggur í dag:

Bjørn á Heygum, sum m.a. hevur verið við til at gera stýrisskipanarlógina svarar soleiðis:

Tit hava sett nakrar spurningar viðv. handfaringini af grannskoðaramálinum.

Svarini verða givin í somu raðfylgju, sum tey eru sett.

SPURNINGUR 1: Er tað sannlíkt at hetta fær avleiðingar fyri sitandi umboðsmann?

Mett verður ikki at hetta fær avleiðingar fyri sitandi Umboðsmann. Umboðsmaðurin kann taka feil, sum øll onnur. Tað er hinvegin ikki álitisvekjandi, at umboðsmansstovnurin mistekur seg, tá hetta kann undirgrava virðingina fyri stovninum, um hetta endurtekur seg ov ofta.

SPURNINGUR 2: Kann hetta fáa avleiðingar fyri umboðsmannastovnin?

Sama ger seg galdandi fyri Umboðsmansstovnin

SPURNINGUR 3: Er tað sannlíkt at tingið fer at taka málið upp?

Tingið fer neyvan at taka málið upp. Hetta er eitt fyrisitingarligt mál, sum ikki hoyrir heima í einum lóggávutingi.

Harleywoodpaint