Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bjørn á Heygum: Løgmaður á skeivari leið

John William Joensen

– Tað er fullkomiliga misskilt at ein landstýrismaður, skal sjálvur/persónliga hava forbrotið seg fyri at kunna ábyrgdast. Hann hevur altíð eina politiska ábyrgd av sínum málsøki og kann tí ikki skeiklað sær undan, sigur Bjørn á Heygum advokatur, sum eisini var við til at skrivað stýrisskipanarlógina.

 
 
Stýrisskipanin er samanskrúvað soleiðis, at hvør einstakur landstýrismaður hevur ovastu politisku ábyrgdina av sínum málsøki. Tað er fullkomiliga líkamikið um landstýrismaðurin persónliga hevur gjørt nakað skeivt ella ikki.
Endamálið við stýrisskipanini er at fólki skal kunna hava álit á politisku skipanini líkamikið hvussu landstýrismaðurin eitur. Hetta er grundleggjandi fyri at skipanin kann virkað optimalt.
 
Sjálvt um tað eru embætisfólk ella onkur annar sum hevur ábyrgd av at eitt brot á fyrisskipanina verður framt, so er tað landstýrismaðurin sum hevur eftirlit og ábyrgd politiskt og yvirskipað.
 
Tí er hendan leitanin eftir hvørt landstýrismenn hava gjørt nakað persónligt skeivt ella ikki, fullkomuliga burtur við, sigur Bjørn á Heygum, advokatur, í samband við at Løgmaður er úti og reinsar landstýrskvinnuna í mentamálum frá at hava gjørt nakað skeivt í samband við óheimilaðu peninga nýtsluna á Glæsir.
 

Harleywoodpaint