Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø í farloyvi

Jóhann Lutzen

Í samrøðu við Norðlýsið í kvøld sigur Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, at hann á tingfundinum 14. september fer at biðja um farloyvi frá Løgtinginum. Hann fer tá burturav at undirvísa á Tekniska Skúlanum í Klaksvík

Bjørn Kalsø, ið er útbúgvin bæði sum timburmaður og lærari sigur, at hann er settur í starv, sum faklærari á Timburdeildini í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, og at hann av teirri orsøk fer í farloyvi. 

Til spurningin um hann ætlar at gevast í politikki, sigur hann, at hann framhaldandi er partur av Løgtinginum, og eftir ætlan eisini verður at síggja aftur á Tingi, – í øllum førum til val verður útskrivað.

Bjørn Kalsø sigur at hann einaferð seinni fer at taka endaliga støðu til, hvussu verður við uppstilling til eitt komandi løgtingsval.

Harleyfacadeacryl