icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, spyr Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um Húsarhaldsskúla Føroya

Tíðindaskriv

Verður framhaldandi arbeitt við at leggja neyðug lógaruppskot fyri Løgtingið, og at seta neyðuga játtan av á langtíðaríløguætlanini og á fíggjarlógini, so farast kann undir at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík í næstum? Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður, hava Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, at greiða løgtinginum frá. Bjørn Kalsø spyr eisini, hvørjar upphæddir fara at verða settar av til hesa verkætlan í komandi fíggjarkørmum og fíggjar­lóg.

Arbeitt í fleiri ár við eini ætlan

Í viðmerkingunum til fyrispurningin sigur Bjørn Kalsø, at seinastu trý fýra árini hevur Mentamálaráðið saman við húsarhaldsskúlanum, Klaksvíkar Kommunu, Landsverki og Bústøðum arbeitt við at fyrireika bygging av nýggjum húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Arbeitt hevur bæði verið við at gera byggiskrá og at finna útvegir fyri at fíggja verk­ætlanina.

Komið var so at siga á mál við byggiskránni, og ætlanin var at nýta ásetingarnar í løgtingslógini um húsarhaldsskúlar umframt samstarv við Bústaðir til at fíggja verk­ætlanina.

Verður hesin leistur nýttur, verða tað húsarhaldsskúlin, kommunan og landið, sum fíggja skúlabyggingina og innbúgv, meðan avtala verður gjørd við Bústaðir um bú­eindina til næmingarnar í skúlanum,” sigur Bøjrn Kalsø.

Hann sigur, at hann hevur sett spurningin fyri at eggja til framhald við verkætlanini og fyri at fáa upplýst, hvussu gongst at fremja verkætlanina í verki.