Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Kalsø sett hakan í á Kambsdali

Oliver Joensen

Seinrapartin setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, hakan í á Kambsdali í samband við nýbygging og umbygging av verandi Handilsskúla og Studentaskúla.

Seinrapartin setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Mentamálum, hakan í á Kambsdali í samband við nýbygging og umbygging av verandi Handilsskúla og Studentaskúla.

Sum liður í framtíðar samstarvinum millum Handilsskúlan á Kambsdali og Studentaskúlan og HF-skeiðið í Eysturoy, er ynski at savna umsitingina og felags hentleikarnar undir einum taki. Sum er, eru høliumstøðurnar á skúlunum ikki nøktandi, og har er ikki pláss fyri øllum næmingunum. Útbyggingin skal tryggja, at framtíðar hølistørvurin verður nøktaður. Fyri at savna virksemið undir sama taki og somuleiðis fáa virkseminum og starvsfólkum og næmingum hóskandi umstøður at arbeiða undir, er neyðugt:
1. At gera eina umskipan og nýggja innrætting av verandi bygningum.
2. At víðka um verandi bygningar.

Talan er sostatt um eina um- og útbygging, sum skal taka hædd fyri verandi bygningum – bæði byggilistarliga og byggitøkniliga – umframt at um- og útbyggingin hevur til endamáls at víðka um karmarnar, soleiðis at næmingar og starvsfólk fáa nøktandi arbeiðsumstøður.

Tann 25. juni varð sáttmáli undirskrivaður millum Landsverk og Heildarverk í sambandi við um- og útbyggingina av Miðnámsskúlunum á Kambsdali. Lisitatión var á Landsverki 6. juni. 15 arbeiðstakarar lótu inn tilboð. Boðið varð út í fakarbeiðstøkum við møguleika fyri alternativt at bjóða upp á allar arbeiðstøkur í høvuðsarbeiðstøku,og átti Heildarverk lægsta tilboð í høvuðsarbeiðstøku á kr. 23.761.000.

Fyrrapartin tann 25. juni skrivaðu stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro og stjórin á Heildarverki, Jan Mohr, so undir sáttmálan. Í dag kundi landsstýrismaðurin so seta hakan í fyri hesi verkætlan. Hetta hendi kl. 15.30 á plássinum millum báðar skúlarnar á Kambsdali.

Formaðurin í bygginevndini bjóðaði vælkomin. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, flutti fram røðu og setti síðani hakan í jørðina. At enda bar borgarstjórin í Fuglafirði fram eina heilsu. Aftaná var kaffimunnur í ítróttarhøllini