Bjørn Kalsø, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, segði um uppskotið um at byggja akvarium í Klaksvík, at hann tekur undir við tí.
Bjørn Kalsø, framsøgumaður fyri Sambandsflokkin, segði um uppskotið um at byggja akvarium í Klaksvík, at hann tekur undir við tí.
Hann harmaðist samstundis um, at orðaskiftið hevði verið merkt av, at tingini verða sett uppímót hvørjum øðrum. Hann helt at tað er gott at vit hava sjósavnið á Argjum, og hann helt at tað átti at fáa frið at vera har, hóast eitt annað akvarium kemur.
Bjørn Kalsø var ikki bjartskygdur um játtanina til íløguna. Hann vísti á, at tað er ofta trupult at fáa pengar til íløgur. “Tað er mangan eitt politiskt baks,” segði hann.




