Annar er um samferðsluhavnina á Syðradali og hin er um minámsskúlan úti í Marknagili
Til Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu
1. Hevur landsstýrið ætlanir um at byggja samferðsluhavnina á Syðradali lidna?
2. Um landsstýrið hevur tílíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at arbeiðið verður gjørt?
3. Hvør er metti kostnaðurin av at byggja samferðsluhavnina lidna?
Við løgtingslóg nr. 15 frá 20. februar 2003 um at byggja samferðsluhavn á Syðradali, fekk landsstýrismaðurin heimild at byggja samferðsluhavn á Syðradali fyri 21 mió. kr.
Upprunaliga var ætlanin, at norðara atløgusíðan skuldi vera tíggju metrar longri. Stuttur pirur skuldi byggjast beint sunnanvert atløgulemmin, at halda skipinum við í nógvum høgættarvindi. Ætlanin var eisini at stoypa avrundaðan pir klæddan við fendarum uppí gomlu atløðubryggjuna. Hesin pirur var ætlaður til ferjuna at fella av á í nógvum vindi.
Tá samferðsluhavnin varð tikin í nýtslu vísti tað seg tó, at nevnda atløgusíða og pirar vóru spard burtur. Tá samanum kom vóru tillagingar gjørdar, tí ikki varð mett, at tær 21. mió. kr. fóru at vera nóg høg játtan til samlaðu verkætlanina.
Sjálvt um samferðsluhavnin hevur verið eitt sera stórt framstig fyri Kalsoynna, hava fylgjurnar av nevndu sparingum verið óhepnar. Trygdin er verri og siglingini er ikki so reglig, sum hon átti at verið í vindi og illveðri.
Tá landið ger íløgur, er umráðandi at verkælanirnar verða gjørdar lidnar. Hetta eigur eisini at vera galdandi, tá íløgurnar verða gjørdar í útjaðaranum. Tí hesir spurningar
Til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu
1. Nær fer nýggji minámsskúladepilin úti í Marknagili við studentarskúla, tekniskum skúla og útbýgdum handilsskúla eftir ætlan at standa liðugur?
2. Hvussu nógv verður mett at samlaða skúlabyggingin í Marknagili fer at kosta?
3. Hvønn fíggjingarhátt er ætlanin at nýta?
4. Hvussu nógvan pening er ætlanin at seta av, til hesa íløgu á fíggjarlógini, komandi fimm árini?
Viðmerkingar:
Løtu eftir at tingfundurin hósdagin 21. februar varð niðurlagdur, varð kallað saman til samgongufundar, har onkur vildi vera við, at samgongan viðgjørdi fýrati mál.
Eitt av málunum sum varð viðgjørt og avgreitt, vóru hølisumstøðurnar á Studentaskúlanum í Hoydølum og miðnámsskúladepilin í Marknagili.
Sambært landsstýriskvinnuni hevði hon, saman við samgonguni, tikið avgerð um, at nýggjur studentarskúli skuldi byggjast úti í Marknagili, áðrenn farið verður undir at byggja nýggjan Tekniskan Skúla, og áðrenn víðkað verður um hølini á Føroya Handilsskúla.
Seinni var fundur millum landsstýriskvinnuna og skúlastjórarnar á teimum trimum skúlunum. Eftir fundin var niðurstøðan broytt til, at allir tríggir skúlarnir fara at standa lidnir áðrenn fim ár eru liðin. Kostnaurin verður mettur til 400 mió. kr. Umframt innbúgv á slakar 70 mió.kr.
Aftaná niðurstøðurnar viðv. miðnámsskúadeplinum í Marknagili hava ymsar útmeldingar verið at hoyrt frá samgongulimum um fráboðaðu raðfestingarnar, og ætlaða fíggjingarháttin.
Bæði floksfelagar hjá landsstýriskvinnuni og forkvinnan í fíggjarnevndini hava beinleiðis talað at, og ávarað um, at pláss ikki verður fyri øðrum íløgum á fíggjarlógini komandi nógvu árini, um nevnda ætlan verður fylgd. Tí hesir spurningar:




