Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bjørn Patursson, formaður í bóndafelagnum: Uppskotið hjá Tobba er skelkandi

John William Joensen

sigur Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sum ikki orkar at hugsa tankan um hvat hendur um uppskotið hjá Tobba vinnur frama í løgtinginum – Verður uppskotið samtykt fer Bóndafelagið at umhugsað at kæra løgtingið og landsstýri til mannarættindadómstólin í Haag

Formaðurin í Bóndafelagnum sigur at festibóndur kring alt landið eru skelkaðir av tí sum fer fram á politiska pallinum.

– Tað er ikki ov nógva sagt at vit í løtuni eru í sjókk!

– Tá nýggja lógin endiliga varð samtykt í 2007, var tað eitt úrslit av einari drúgvari tilgongd. Vit vóru sjálvandi ikki nøgdir við alt í lógini – men tá løgtingið endiliga samtykti lógina var ein avís optimisma at merkja millum bóndur.

– Menn vóru samdir um at lógin ikki gekk so langt, sum ein kundi ynskt sær – men hon var eitt stig á rættari leið!

Tórbjørn koyrir solo

Formaðurin í bóndafelagnum er skelkaður av framferðarháttinum hjá landsstýrismanninum.

– Uttan at nakar visti av leggur Tórbjørn Jacobsen eitt uppskot fyri tingið – sum fullkomuliga kollrennur lógina, sum løgtingið samtykti fyri fáum mánaðum síðan – og sum ikki enn er farin at virka?

– Vit eiga at minnast til at tey, sum skulu virka í landbúnaðinum eru fólk, sum reka vinnu og tí hugsað í langsigtaðum íløgum.

– Hetta velur Tórbjørn fullkomuliga at síggja burtur frá og eg má siga sum er, at signalið, sum landsstýri sendur út er sera frustrerandi og øsandi.

– Arbeiðshátturin hjá Tobba er beinleiðis orðsøk til at fólk eru uppøst, bangin og frustreraði.

– Eingin veit hvat hendir!

– Tá vit tosað um landbúnaðarlóggávu – so eru nógvir partar ávirkaðir av hesi lóggávuni; búnaðarumsitingin, tey vinnurekandi og familjur teirra – og ikki minst fíggingarstovnar.

– Síðan uppskotið hjá Tobba varð lagt fyri tingið veit eingin hvat er upp og hvat er niður.

Undantaksstøða valdar
Bjørn Patursson, formaður í Bóndafelagnum, sigur at støðan er ikki haldbar.

– Eg vil fara so langt at siga at í løtuni eru festubóndur í eini undantaksstøðu og soleingi uppskotið hjá Tórbjørni liggur í tinginum er lógin frá 2007 í veruleikanum sett úr gildið.

– Í seinasta partinum í uppskotinum verður veðsetingarrætturin – sum var givin í lógini frá 2007 – tikin burtur – við afturvirkandi kravt??

– Hesin parturin er tí longu komin í gildið – tí eingin kann seta í veð so leingið sum uppskotið hjá landsstýrismanninum liggur í tinginum.

Politikkarar mugu vakna
Formaðurin í Bóndafelagnum – sum er kendur fyri at verða ein hógligur maður, sigur at í løtuni brúkar hann alla sína orku uppá at tosað við politikarar – soleiðis at uppskotið hjá Tobba ikki vinnur frama í løgtinginum.

– Uppskotið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum í morgin og tað sum er mest umráðandi í løtuni er at vit fáa steðga hesum ørvitisskapinum.

– Landsstýrismaðurin tosar um vandar fyri spekulatión – men enn hevur hann ikki kunna víst á nakað dømi.

– Um hetta veruliga er so – ber til at tosað um hetta og so fáa gjørt nakað við tann trupuleikan.

– Lógin frá 2007 er als ikki fullkomin – men í henni liggja heimildir hjá landdstýrismanninum at seta kunngerðir í verk og tí eigur lógin at sleppa at vísa í verki hvat dugur er í henni.

– Minstakravið er at politiski myndugleikin tosar við vinnuna og tey sum skulu virkað undir lógini – men tey verða bara traðkaði undir fótum.

Umhugsað at kæra til dómstólin í Hag
Bjørn Patursson, sigur at um løgtingið samtykkjur uppskotið hjá Tobba – so er ein nýggj støða.

– Tá fara vit at umhugsað hvat so er at gera – og tað er ikki óhugsandi at kæra landsstýri og løgtingið til mannarættindadómstólin í Haag.

– Men sjálvur trúgvi eg ikki at uppskotið hjá Tobba vinnur frama í løgtinginum – tí javnarflokkurin stóð jú á odda fyri seinastu samgongu tá uppskotið var samtykt í 2007.

– Eg dugi ikki at hugsað mær at Javnaðarflokkurin fer at góðtaka at alt hetta arbeiði nú verður kollrent av eini ørvitislóg – sum Tobbi – av sínum eintingum – tveitti fyri tingið.