Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein sonevndan §52a fyrispurning viðvíkjandi taðing.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein sonevndan §52a fyrispurning viðvíkjandi taðing.
Bjørt Samuelsen vil millum annað hava at vita, hvussu tryggjað verður, at tøð ið verða sprænd á bøin, ikki gera skaða á viðbrekin náttúruøki, fuglalív og sjáldsamar plantur, og hvussu verður tryggjað, at tøðini ikki enda í drekkivatni, áum og vøtnum.
Løgtingskinnan vísir á eina kunngerð frá 2012, sum skal tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum. Hon spyr landsstýriskvinnuna, um hon metir at kunngerðin røkkur hesum endamálinum.
Eisini spyr Bjørt Samuelsen um taðing, tá lendið er fryst, ella kavi liggur, og um landsstýriskvinnan er samd við serfrøðingum ið hava víst á, at taðing við fiskaúrløgu kann fara illa við viðbreknum lendi. Hon spyr eisini um eftirlitið við taðingini og um landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at viðbrekin øki verða eyðmerkt og vard, so tey ikki fáa varandi mein av óhepnari taðing.
Bílig burturbeining heldur enn góðsking av lendi
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Bjørt Samuelsen á tídningin av, at øll taðing verður gjørd eftir forskriftunum.
“Javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni – eitt nú restir av fiskasúrløgu á kavafonnum, mykju á frystari jørð ella alt ov nær vøtnum og áum,” sigur Bjørt Samuelsen. Hon vísir á, at onkur hevur sagt, at taðingin í fleiri førum snýr seg um bíliga burturbeining av lívrunnum burturkasti, heldur enn góðsking av lendinum, og at fyrilitarleys taðingin kann gera óbótaligan skaða á viðbrekin náttúruøki.
Sambært tingskipanini skulu §52a fyrispurningar svarast í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn.




