Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Blå Øjne elska eisini 90ini

Tíðindaskriv

Hon kom inn á danska og føroyska tónleikapallin við einum brakið, tá hon gav út staklagið “Romeo” í 1998. Vit eru errin av at kunngera, at Blå Øjne verða við til risa tiltakið “Vit elska 90ini”, sum verður tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini kl. 19.00 – 03.00.

Songkvinnan Julie Rugaard ber listanavnið Blå Øjne, og fjøldin fall beinanvegin fyri hennara løttu, freku og svingandi útsetingum av kendum donskum løgum.

Árið eftir, í 1999, gav Blå Øjne út fyrstu plátuna, Romeo & Julie. Plátan gjørdist sera væl umtókt og seldi meira enn 40.000 eintøk. Hon hevur útgivið fleiri fløgur og stakløg síðani, og hevur roynt seg sum útvarpsvert og virkar í løtuni sum fyriskipari á sjónvarpssendingini Aftenshowet hjá DR. 

Tað verður ein sonn veitsla, tá Blå Øjne trínur á pallin tann 12. oktober í Hoyvíkshøllini.

Fammanundan er longu greitt, at Cottoneye Joe, Me & My, Cut ´N´ Move, DJ Freedom og DJ Kári Annand Berg fara at framføra til Vit elska 90ini.

Atgongumerki fáast á ebillet.fo. Tað eru tvey sløg av atgongumerkjum. Tú kanst keypa vanlig atgongumerki fyri kr. 395,- ella “Alt í einum atgongumerki”, sum gevur tær atgongd til tiltakið og fría barr í Hvonn básinum. “Alt í einum atgongumerki” kostar kr. 795,-.

PRÍSURIN HÆKKAR! Prísurin hækkar á midnátt 6. oktober!