Í kvøld var aðalfundur hjá Bláu Bylgju.
Nógv fólk var møtt upp til aðalfundin. M.a. var val av nevnd á skránni og har høvdu sitandi limir ynski um at fáa nýggj fólk uppí. Og tað vísti seg, at tað stóð ikki á at manna nevndina, har øll eru nýggj. Nevndin skipar seg sjálv og nakað eftir fundin var longu greitt, at Thormundur Danielsen verður formaður.
Í nevndini komu:
Kristian Mikkjalson, Høgni L. Poulsen, Tormundur Danielsen, Bjørg Jónsdóttir, Anni Absalonsen, Selma F. Danielsen og Eydna Festurstein. Harav eru tveir eykalimir.


