Hósdagin verður U21-landsdystur í Klaksvík millum Føroyar-Norður Makedónia. Frá klokkan 12.00 verður bjóðað franskar hot-dog og sunkist ókeypis við ‘’Gamla skýlið’’ í Klaksvík. Andlitsmáling og tónleikur verður eisini. Umboð frá Bláu Bylgju fara at grilla og seta rættan fótbóltsdám á dagin. Ynskiligt er, at fólk eru í hvítum og eini góð ráð, tá fótbóltur er í Føroyum í oktober, eru at vera væl ílatin.
Koyr á Føroyar!
Dysturin byrjar kl. 14.00. Atgongumerki kunnu keypast HER


