Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting undan KÍ-NSÍ

Tíðindaskriv

Bláa Bylgjan ger eyka nógv burturúr síðsta dystinum áðrenn landsliðssteðgin.

KÍ fær vitjan av NSÍ fríggjakvøldið í landskappingini, har KÍ hevur staðið seg framúr væl alt hetta kappingarárið. Fjepparafelagið hjá KÍ bjóðar øllum KÍ-fjepparum, bæði børnum og vaksnum, til ókeypis upphiting á økinum millum Gamla Skýlið og Pike.

Fyrrverandi leikarar og venjarar hjá KÍ fara at grilla hot-dog og afturvið fæst sunnkist. Karl Martin Samuelsen fer at syngja nakrar KÍ-sangir og andlitismáling verður fyri tey, ið ynskja tað. Eisini luttekur Bassi og møguleiki verður at taka myndir saman við honum. Hann bjóðar okkurt søtt. 
Ynskiligt er, at so mong sum møguligt møta upp í bláum. Ein kann seta seg har ein ynskir, men trummur o.a. verður aftanfyri eystara málið eins og til Conference League dystin.
Møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim í Bláu Bylgju.

Alt tiltakið er ókeypis og vónandi síggja vit nógv fólk til hendan týdningarmikla dystin hjá KÍ. Tiltakið byrjar kl. 16.00 og dysturin byrjar kl. 18.00.