Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bláa Bylgjan var fantastisk

Nordlysid

Tað var ein fantastiskur stuðul og uppbakking, Bláa Bylgjan gav KÍ í fyrru hálvfinaluni mikukvøldið, sum inni á vøllinum endaði 2-2, men í skýlinum vann Bláa Bylgjan í minsta lagi 4-2 á gulu vespunum, sum tó sanniliga eisini vóru raskar at heppa sítt lið.

Tað var einfantastiskur stuðul og uppbakking, Bláa Bylgjan gav KÍ í fyrru hálvfinalunimikukvøldið, sum inni á vøllinum endaði 2-2, men í skýlinum vann Bláa Bylgjan íminsta lagi 4-2 á gulu vespunum, sum eisini vóru raskar at heppa sítt lið.


Hóast úrslitið inni á vøllinum gjørdist eitt sindur av einumvónbroti, tí NSÍ enn einaferð slapp at javna í 92. minutti, so var upplivinginframúr hetta til tíðir vindharða mikukvøldið, tí fyri fyrstu ferð í ár upplivduvit, at KÍ-liðið inni á vøllinum og Bláa Bylgjan á síðulinjuni vóru ein sterkeind, ið stóð saman og ongantíð gav upp.

Sangirnir um Jonas Flint, Albert Adu, Sørmund og allar hinarhoyrdust støðugt gjøgnum dystin, og sjálvt tá ið NSÍ tíðliga í dystinum legðiseg framum 1-0, svaraðu KÍ-áskoðararnir aftur við beinanvegin at rópa taktfastKÍ-KÍ-KÍ…. og soleiðis hildu teir á allan dystin, sum eisini gav úrslit, tí íseinna hálvleiki lyfti KÍ sítt spæl og legði seg uppiborið framum 2-1, sum sáút til at gerast úrslitið til í allar seinastu løtu.

KÍ-leikararnir blivu so vónbrotnir av seina NSÍ-málinum, atnæstan allir púra gloymdu at takka fyri stuðulin, men tá ið vit eftir dystintosaðu við onkrar av teimum, vóru teir ómetaliga glaðir fyri tann fantastiskastuðulin, sum Bláa Bylgjan hevði givið teimum. Ein stuðul, sum gevur mót tilseinnu hálvfinaluna, sum verður í Runavík hósdagin 25. mai.