Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bláa Skýlið er útsett vegna broyttar tekningar

Jákup Ósá

Pengarnir eru avsettir, men nú verður arbeitt við at fáa endaligu tekningarnar góðkendar. Upprunaligu tekningarnar blivu vrakaðar frá FSF, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim.

Pengarnir eru avsettir, men nú verður arbeitt við at fáa endaligu tekningarnar góðkendar. Upprunaligu tekningarnar blivu vrakaðar frá FSF, sigur borgarstjórin Jógvan Skorheim.

Fyrr í ár boðaði borgarstjórin, Jógvan Skorheim, frá, at arbeiðið við at byggja Bláa Skýlið við Djúpumýru fór at byrja í september. Pengar eru játtaðir til verkætlanina. Men trupulleikar hava stungið seg upp á vegnum, og tað er orsøkin til, at arbeiðið ikki er byrjað enn.

– Vit hava havt samskifti við FSF um Bláa Skýlið. FSF vildi ikki góðkenna tekningarnar, ið KÍ og Klaksvíkar Kommuna vóru samd um, og sum hava ligið til grund frá byrjan. FSF hevur sett nakrar treytir, sum vit hava tikið til eftirtektar. Tí hava vit valt at gera broytingar í prosjektinum, samsvarandi tí, sum FSF hevur lagt upp til. Tekningarnar eru lidnar og verða sendar til FSF í vikuni, soleiðis at FSF kann gera endaliga niðurstøðu, sigur Jógvan Skorhein, sum vónar, at arbeiðið kann byrja í hesum mánaðinum. – Eg vóni, at FSF viðgerð broytingarnar skjótt, og taka undir við tillagingunum. So skjótt vit hava fingið grønt ljós frá FSF um verkætlanina, fara vit í gongd við arbeiðið. Tað verður sett gongd á í vetur og vónandi í hesum mánaðinum, sigur Jógvan Skorheim við Norðlýsið.