Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blaðstjórin á Norðlýsinum setti sølustevnuna

John William Joensen

Í dag og í morgin er sølustevna í KÍ-høllini og blaðstjórin á Norðlýsinum setti stevnuna.

Røðan hjá Oliver Joensen, blaðstjóra á Norðlýsinum.


 
"Góðu sølustevnufólk og gestir!

Mær er litið upp í hendir at seta Sølustevnuna 2005 og eg skal ikki  troytta tykkum við nógvum orðum, tí tað hoyrir líkasum tíðini ikki til.
Mangan hevur verið borið fram í Norðlýsinum , at Sølustevnan  í einhvørjum líki eigur at vera hildin í Klaksvík á hvørjum ári.
Av egnum royndum er mær kunnugt, at hetta er ikki bara sum at siga tað.
Men eitt slogan, sum Klaksvíkar Kommuna hevur við vøllin sigur:  Vilja vit, vinna vit.
Norðoyatunnilin verður ein stór avbjóðing til okkara lokala samfelag,  men Vilja vit, vinna vit.
Tað at vit nú fara at fáa fast samband við meginlandið hevur ikki við sær at vit kunnu seta okkum upp afturá og rokna við at alt kemur okkum upp í hendurnar.
Nei, vit í Norðoyggjum fáa eitt høvi til at bjóða øðrum økjum í Føroyum av, og tí avbjóðingini eiga vit at taka av.
Vit hava verið von við, at árið byrjar við Norðoyastevnuni og síðani hevur  Sølustevnan verið nærum einasta samleikatiltakið her í samfelagnum.
Broytingar hava tó verið seinastu árini. Vit hava sæð Summarfestivalin,  sum hevur flutt mørk og nú til seinast eisini Sjómannadagin.
Ásannast má, at tá ið um mentan ræður, so eru vit eftirbátar. Saknur er í einum  mentanarhúsi, ið kann vera ískoyti til ársskránna hjá Klakvíkini og Norðoyggjum, og tað serliga um várið ella í februar marts mánað, tá vit eru troytt av vetrinum og hava vónir um ljósari tíðir.
Ikki tí, eg skal ikki her undirmeta tað arbeiði sum verður gjørt í Atlantis, men eg haldi at tey fólkini hava sera trongar umstøður at arbeiða undir.
Trongar umstøður hava tit eisini, sum fyriskipa Sølustevnuna 2005.
Í 1968 ella fyri útivið 40 árum síðani varð á fyrsta sinni skipað fyri Sølustevnu her í høllini og vit mugu ásanna at umstøðurnar eru lítið broyttar øll hesi ár.  
Varð rætt atborið høvdu vit eitt rættuligt messusentur her í miðbýnum  við tveimum ella fleiri hallum, har vit kundu bjóða okkum fram í fremstu røð,  eins og vit gjørdu fyri sjótt 40 árum síðani.
Nevndi í byrjanini at Norðoyatunnilin skjótt verður veruleiki. Teir, sum arbeiða  við hesi verkætlan hava sett dagin 1. mai, tá vit fáa fast samband við meginpartin  av Føroyum.
Hetta verður ein stór avbjóðing til okkara, og havandi í huga Múlavegin, har bygdin bleiv avtoftað tá vegasambandið kom, eiga vit at leggja okkum eftir, at føroyingar aðrastaðni og okkara egni ungdómur hava eitthvørt, sum trekkir til Norðoyggjar og Klaksvíkar og í mínari verð er ongin ivi um, at Sølustevnan 2005
er partur av hesum. 
Takk fyri

Hervið lýsi eg  Sølustevnuna 2005 at vera setta!" 

Harleyfacadeacryl