Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blandaðar kenslur áðrenn Sveis dystin

Jákup Ósá

Í føroyska hópinum rokna teir við truplum dysti í kvøld.

Fsf.fo skrivar: Lars Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava allir góðar vónir til landsdystin millum Sveis og Føroyar, sum verður á Swissporarena í Luzern sunnudagin 13. november klokkan 17:00, føroyska tíð.

FSF Varpið er við á ferðini, og aftaná seinastu venjingina, sum var á sjálvum leikvøllinum har dysturin verður spældur, fekk Tróndur Arge orðið á landsliðsvenjaran, og teir báðar stríðsmenninar á føroyska miðvøllinum.

Allir hava góðar vónir, men tað verður torført. Sveis er komið væl frá byrjan uppá kappingina, og hevur higartil vunnið allar dystirnar í bólkaspælinum.