Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blása nýtt lív í Dimmalætting

John William Joensen

Niklái Nysted sum er stjóri á Knassum, var í dag á fundi á Norðlýsinum har tosað var um hvørjir møguleikar liggja í føroyska miðla heiminum.

Niklái Nysted sum er stjóri á Knassum, var í dag á fundi á Norðlýsinum har tosað var um hvørjir møguleikar liggja í føroyska miðla heiminum.

Vit halda at tað hevði verið sera áhugavert at eitt nú Dimmalætting, sum var eitt gott gamalt føroyskt brand, aftur bleiv ein sjálvstøðugur miðil á netinum og møguliga eisini sum ein blaðútgáva.

Tó er eingin ivi um at framtíðin hjá føroysku miðlunum er innan talgylta heimin og her arbeiða vit á Knassum við nógvum spennandi átøkum, sigur Niklái Nysted.

Stjórin og blaðstjórin á Norðlýsinum vóru sera hugaðir fyri framhaldandi samstarvi við Knassar og ásannaðu týdningin av at hava fleiri føroyskar miðlar.

Knassar er veitari av heimasíðuni hjá Norðlýsinum.