Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blátt er gott

Jóhann Lützen, býráðslimur

Á býráðsfundinum hóskvøldi  bar eg hesar hugleiðingar fram á torgviðvíkjandi spennandi verkætlanini nevnd Bláa skýli

Tá eg hugsi um Bláa skýli, so hugsi eg umeldsálir og flugubein. Sum ikki einaferð vórðu tað eldsálir, ið fingu kommununaat raknað við – í hesum føri at betra um stadionøki við at útvega fleirisitipláss, felagshølir, umklæðingarhølir v.m

Hvussu menna vit fótbóltsumstøðurnar, so atvit kunnu leika altjóða dystir í Klaksvík?

Hetta var spurningurin sum ein arbeiðsbólkursetti sær í 2010. Í bólkinum sótu tvey umboð fyri FSF, Tummas Lervig og egsjálvur  fyri KÍ og tvey umboð fyriteknisku umsiting í Klaksvíkar kommunu . Bólkurin fekk navnið vallarbólkurin,og hann læt eitt skrivligt tilmæli gera til Klaksvíkar kommunu at arbeiðavíðari útfrá.

Magiska hugtakið í mun til góðkenning at leikaaltjóða dystir er sokallaða FIFA2star hugtakið. Herí liggja ásetingar hvørjiminstu krøv vøllurin skal lúka fyri altjóða luttøku. Men tað er ikki einansvøllurin sum skal lúka krøv, eisini kringumstøðurnar, so sum ljós,umklæðingshølir, frástøða frá síðu- og baklinjum til rekkverki, dómararúm,dopingrúm og sitipláss v.m. Vallarbólkurin lýsti hesi krøv í tilmælinum.

Tað var eisini tilmæli frá vallarbólkinum sumlá til grund fyri nýggja vøllinum sum á sumri 2011 varð lagdur í serligumgóðveðri. Vøllurin varð eisini fluttur nakrar metrar eystureftir og væljavnaður áðrenn teppið var lagt á.

So var man komin har til. Men enn restaðusitipláss í og har var ein bólkur av eldsálum, onkur teirra situr her í kvøld,sum kastaðu saman at stríðast fyri at fáa eitt skýli framt. Tann verkætlaninfekk navnið bláa skýlið og væl mundi verða arbeitt tí kommunan ressaðist við ogfyri at gera eina langa søgu stutta so fara vit nú um eina løtu at samtykkjafíggingarleist har FSF rindar 3,3 mió kr. Ímeðan klaksvíkar býráð rindar 7,7mió kr. Sostatt er bygging av nýggjum skýli fíggjað og farast kann í gongd.

Fyri hesa íløgu verða kringumstøðurnar munandibetraðar. Tað hevur verið lýst aðrastaðnis hvat henda verkætlan inniheldur ogskal ikki nertast so nógv við tað. Kann líka nevna at við skýlinum eysturúr KÍhøllini, so fæst lívd fyri mangan nógva vindinum sum kemur inneftir boroyarvík.

Tað eru sera nógvir pengar innan fótbóltin. Innanfígging av stadion v.m verður arbeitt við serligum hugtakið nevnt You pay/Wepay, sum leggur upp til at um kommur t.d binda seg at gjalda 50% av stadion, jaso kemur FSF/FIFA við hinum 50%. Hetta er nakað Klaksvíkar kommuna eigur attaka upp. Eg ímyndi mær eitt innilokað stadion innan alt ov mong ár.

Eg fari at mæla øllum býráðslimum til at takaundir við málinum soleiðis at vit virða eldsálirnar og kunnu seta enn eittflugubein við raðfesting av mentan og trivnaði

Takk fyri

 

Jóhann Lützen, býráðslimur

 

Harleywoodpaint