Tað gongst ikki altíð eftir ætlan. Tað mátti Føroya Sjómannadagur sanna, sum fyrireikari til “Kópakonuna á Stórakneysa” í Mikladali.
Avtala varð gjørd við tyrludeildina hjá Atlantic um at flyta standmyndina úr bygdini og oman á Stórakneysa. Men hann legðist við mjørka hesar dagarnar. Tað byrjaði at tátta í við tíðini, tí avdúkingin skal vera fríggjadagin og nógv arbeiðið skal gerast aftaná at kópakonan er komin at standa har hon skal. Tí var avrát í gjár at gera eina seinastu roynd við tyrluni. Men har var simpulthen onki at gera, mjørkin lá tjúkkur um Mikladal.
So var eitt at gerða og tað var at finna góðar kreftir at bera. Vit fóru fleiri úr Klaksvík og av Húsum og Mikladali komu eisini menn. Mett var, at standmyndin vigaði eini 350 til 400 kilo, so tað var ein “tungur burður”. Men við kønari hjálp frá mongum góðum monnum, ið møttu upp, gekk tað sera væl at fáa standmyndina oman tær longu trappurnar.
Tað stóð nógv á viðhvørt, nakrar andlitsmyndir eru av listamanninum, ið kanska siga eitt sindur um kendslurnar hjá honum, imeðan borið var oman. Eisini stoyparin Jørn Svendsen var við í hópinum, og hann var ikki heilt álviligur í byrjanini. Men átakið gekk so gott, at menn klappaðu og skemtaðu, tá Kópakonan endiliga var komin á Stórakneysa.
Nú kundi so farast undir restina av klárgeringararbeiðinum til fríggjadagin. Teir skulu fyrst stoypa hana fasta, síðani skal patineringsarbeiði gerast, og tá fær Kópakonan ein heilt annan lit – “Nú sær hon út sum hon bara er sproytumálað, tá paneringin er gjørd, fær hon ein heilt annan lit og eina heilt aðra demisjón og hon verður uppaftur flottari”, lovar Hans Pauli Olsen, listamaður.
Eftir lokið arbeiði var fari niðan í summarhúsini hjá Ólavi samson at fáa ein góðan búff, sum Magni Garðalíð og hansara fólk á Húsum høvdu gjørt til. Aftaná bjóðaðu Heðin Klein og Bernhardina inn í avhaldshúsið har alskyns gott var at fáa afturvið kaffinum. Tey bæði høvdu havt silvurbrúdleyp dagin fyri. So fólkið fekk eina góða máltíð áðrenn hvør fór til sítt ímeðan Hans Pauli Olsen og Jørn Svendsen fóru aftur til arbeiðis.
Tit, ið ætla tykkum í Kalsoynna fríggjadagin til stóra tiltakið, lesið skránna og ferðaætlanina her á síðuni, og vælsignaði latið bilin standa eftir í Klaksvík. – Kunningarstovan í Klaksvík selir bond, sum er ferðaseðil aftur og fram við Ternuni, aftur og fram við bussunum av Syðradali og til Mikladals og sogar er armbandið eisini ferðaseðil við bussinum til Trøllanes.
Ternan fer at sigla um fjørðin í staðin fyri Sam. Roknað verður við, at Ternan klárar at flyta 1500 fólk fríggjamorgunin, so tað ræður um at skunda sær í kunningarstovuna í Klaksvík at tryggja sær armband. Eisini er neyðugt at leggja sær dagin til rættis. Øll sleppa minni enn so við seinasta túrin hjá Ternuni, tí hevur Føroya Sjómannadagur skipa fyri ymiskum tiltøkum hendan morguni í Mikladali, so tað er lag á manni at fara tíðliga í Kalsoynna.




