Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blíðskapur og gestablídni er einasta vápnið!

Eyðstein Poulsen

Eg vóni at Sea Shepard fólkini fáa frið til sítt virki her a landi. Fáa tey ikki tað, so verður alt styrkt og propaganda-formulera til teirra boðskap. Eitt punkterað dekk kann, av teimum, brúkast til bæði eitt og annað. Við eitt sindur av tónleiki, røttum vinklum og góðari klipping, verður hetta – uttan iva – lýst sum eitt fyrilitarleyst, barbariskt føroyskt álop. Latum okkum vísa teimum blíðskap!

Gera tey seg inn á grindadráp, ella okkurt sum verri er, so lat myndugleikarnar taka sær av tí. Eg skilji ikki, at myndugleikarnir ikki melda greitt út, soleiðis at eingin ivi skal vera um, at hesin trupulleiki ikki skal loysast við “wild west maner” Lat myndugleikarnar taka sær av hesum. Eg vil hava – og tað má vera eitt krav – at myndugleikarnir vísa okkum øllum, at teir taka hetta í álvara. Um myndugleikarnir ikki melda klárt út, kann lægsti felagsnevnari gerast okkara mynd útattil. Verandi passivitetur er ikki nøktandi av myndugleikunum.

Blíðskapur og gestablídni er einasta vápnið!

Eyðstein Poulsen