icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blind høna finnur eisini korn – men Havstovan finnur ikki fisk

Felagið Línuskip

Felagið Línuskip arbeiðir fyri skipini í bólki 3. Men áhugin røkkur til aðrar bólkar eisini. Tí hava vit kagað í nøkur hagtøl fyri bók 4B, sum umboðar teir stóru útróðrarbátarnir yvir 40 tons. Vit hava hugt at felagstølunum fyri allan bólkin, og hava valt at hyggja nærri at einum báti í sama bólki – Líðhamar KG 602.

Her hava vit eitt sólarklárt prógv fyri, at tað sær út til, at almennu stovnsmetingarnar samsvara ikki við tann veruliga fiskiskapin. Antin dugir Havstovan ikki – ella vil hon ikki finna fisk, tí øll onnur gera tað.

Vit hava valt nøkur tøl fyri fiskiárini 2011/12 til 2015/16, og bara tølini fyri veiðu við Føroyar eru við. Íslandskvotur o.a. er hildið uttanfyri hesi tølini, ið vísa svart uppá hvítt, at veiðan hjá hesum bólkinum er batnað mundandi pr. bát. Men av tí, at bátatalið er fallið úr 17 niður á 12, so er samlaða veiðan bert økt eitt sindur. Men framvegis ætlar samgongan at skerja hendan bólkin vii 30% eftir einum tilvildarligum frimli.

Men tá vit hyggja at t.d. Líðhamar, so síggja vit, at veiðan í 2012/13 var bara 113 tons, men í inniverandi fiskiári er veiðan 323 tons.

Veiðan er eftir trimum árum næstan tríggjar ferðir so stór sum áður. Í virði er økingin næstan fýra ferðir virðið í 2012/13.

Líðhamar rør út við línu, teir egna á landi, og brúka 60-70 stampar hvønn túrin. Tað hevur hesin báturin gjørt stórt sæð síðani 1947. Dagatalið er konstant ár um ár, veiðuøkini eru neyvt tey somu, nevniliga vanligar útróðrarleiðir kring oyggjarnar norðan- og vestanfyri. Ongar fortreytir eru broyttar uttan tað, at meira er at fáa – Havstovan sigur, at ongin toskur og hýsa er til – manningin á Líðhamar sigur nakað heilt annað – lesarin kann sjálvur meta, hvat er rætt.

Líðhamar trífaldar veiðuna eftir trimum árum – og tjóðveldisflokksins unikum siga, at tann evarskalítili húkaflotin drepur tann seinasta fiskin, um ikki hesir menninir verða sendir til hús og tað í stundini. At Javnaðarflokkurin ætlar at hoppa uppá vognin hesuferð er bara tí, at trolararnir (í Suðuroynni) ongan dag missa. So einfalt er tað – men tað er ikki einfalt fyri teir, sum missa sítt lívsgrundarlag, ið júst í hesum fiskiárinum annars sá út til at venda eftir 7 rak ár.

Einfaldari kann tað ikki sigast – og talvan niðanfyri talar fyri seg.

Fiskiárið Fiskiárið Fiskiárið Fiskiárið Fiskiárið
Bólkur 4B 2011-2015 2011/12 2012/13 2013/14 2014/15 2015/16
Bólkur 4B, tons 1.926 1.996 1.842 1.854 2.108
Bólkur 4B, tkr 26.855 26.631 28.104 28.902 36.265
Herav Líðhamar, tons 175 113 152 158 323
Herav Líðhamar, tkr 2.391 1.331 2.202 2.453 5.032
Miðalprísur, bólkur 4B 13,94 13,34 15,26 15,59 17,20
Miðalprísur, Líðhamar 13,66 11,78 14,49 15,53 15,58
Tal av bátum 17 16 13 12 12
Tons pr. bát 113 125 142 155 176
Tkr. pr. bát 1.580 1.664 2.162 2.409 3.022

Tølini eru tikin av almennu heimasíðuni hjá Vørn – og um bátatalið hevið verið 17 heldur enn 12, so var samlaða veiðan samsvarandi hægri, tí tað er so nógv, nógv meira av fiski at fáa, hóast Havstovan og núverandi samgongan ikki vilja vita tað – tað er sjón fyri søgn.

Vit kunnu annars minna á, at samlaða fiskidagatalið í húkaflotanum er minkað við uml. 80% seinastu árini. Eitt hvørt prát um ov høgt veiðutrýst frá húkaflotanum er at tala ímóti betri vitan og føstum skjalprógvum.

Felagið Línuskip