Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blíva eyka uppsettir av at spæla í Klaksvík

Jákup Ósá

Símun Samuelsen sigur undan oddadystinum hóskvøldið, at karmarnirtil fótbólt í Klaksvík eru fantastiskir og kunnu hugsast at vera einfrágreiðing uppá, hví HB altíð stendur seg so væl í Klaksvík.

 

Stórtrívast í Klaksvík

HB hevur ikki tapt í Klaksvík i 8 ár og hevur tí gottgrundarlag undan dystinum í Klaksvík hóskvøldið. Símun Samuelsen er vinstrivongur hjá HB og hevur verið sera eyðsýndur í fleiri av dystunum í Klaksvíkseinnu árini.

          –  Ja tað er kanska merkiligt, hví HB stendur segso væl í Klaksvík, tí KÍ hevur hinvegin vunnið fleiri dystir í Gundadali. Meneg haldi at tað hevur nakað við tað at gera, at umstøðurnar líkjast teimum í Gundadali,har vit stórtrívast. Tí burtursæð frá Gundadali, so er tað í Klaksvík at tað ernógv stuttligast at spæla. Klaksvíkingar brenna fyri fótbólti og har er altíðnógv fólk og nógvur larmur. T.d. í fjør í steypadystinum hoyrdu vit leikararikki hvønn annan inni á vøllinum fyri larminum, so tað var stuttlig uppliving. Taðverður gjørt nógv burturúr og vøllurin er ótrúliga góður. Tað passar væl tilokkara kombinatións spæl. Og so gera slíkir karmar eisini, at ein verður eykauppsettur, sigur Símun Samuelsen við Norðlýsið undan dystinum.

 

Gott HB lið

Símun heldur, at fremsta styrkin á HB liðinum er samanhaldiðog breiddin.

           – Vit høvdu eisini fín lið í 2010 og 2011. Men taðtykist virka betri saman nú og leikararnir kenna sínar leiklutir, hóast vit eruógvuliga ymiskir. Breiddin spælir eisini inn, har tað ein dag kann vera Christian,Andrew, eg ella onkur heilt annar, ið skjýtur málini. Vit trýsta altíð høgtuppi og spæla álopsfótbólt og hetta ger, at trýstið verður tikið av verjuni.Tað er sjáldan, at nakað lið sleppur at spæla seg ígjøgnum niðaneftir miðjunit.d., so álop er besta verja kann ein siga í okkara føri, sigur hann.

 

Væntar eitt brak

Hóskvøldið er so toppdystur millum tey bæði ovastu liðini ogSímun væntar nógv av dystinum.

          – Vit fara at leypa á og trýsta høgt sum altíð ogeg dugi heldur ikki at síggja, at KÍ fer at gera annað enn at leypa á. Taðliggur ikki til teir. Okkara verja hevur staðið væl (einans latið 2 mál inn í 6 umførum, blaðm.) og m.a. forðað tveimum avtoppskjúttunum í fjør, so nú verður spennandi um teir klára at steðga Páll A.Klettskarð eisini. Men eg vænti nógv mál, kanska eini 4-5, tí tað ger tað sumoftast millum hesi liðini. Tað er púra opið og 50/50, hvønn veg tað koppar. KÍhevur eitt sindur størri trýst á sær, tí við tapi blíva teir eitt sindur “hektaðir”av fyribils, meðan bæði liðini kunnu nokk liva við einum javnleiki, sigur SímunSamuelsen at enda.