icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blokkniðurskurðurin hjá fullveldislands-stýrinum ikki tænt tjóðskaparstríðnum

John William Joensen

so bersøgin var næstformaðurin í Tjóðveldinum, Tórbjørn Jacobsen, undir orðaskifti á tingi hósdagin 5. mars

Til viðgerðar var uppskot hjá Sjálvstýrisflokkinum (Uppskot til løgtingslóg um heildarveiting) har skotið var upp at skerja blokkin eina millión krónur um árið. 

Næstformaðurin í Tjóðveldinum gjørdi beinanvegin greitt at uppskotið hjá Sjálvstýrinum bygdi á eina misskiljing – og at Tjóðveldi als ikki fór at taka undir við tí.

– Blokkniðurskurðurin sum varð framdur tá Karsten Hansen sæt sum fíggjarmálaráðharri undir Fullveldislandsstýrinum – varð framdur í óðum verki – uttan at man fekk politiskan vinning burtur úr, segði Tórbjørn Jacobsen m.a.

Blokkurin einki við fullveldi at gerða
Tórbjørn Jacobsen greiddi frá at umstøðurnar í Grønnlandi vóru so ringar undir krígnum at danska stjørnin sá seg noyddan til at gerða nakað. 

– Skuldi danska stjørnin gerða sær vónir um at altjóða samfelagið framhaldandi skuldi góðkenna danska yvirvaldið í Grønlandi og Føroyum – so noyddist stjørnin at betra liviumstøðurnar í hjálondunum.  Hetta er søgulig fakta og hevur ikki nakað við fullveldis- ella sambandspolitikk at gerða.

– Tí er tað skeivt at kníta politiska orðaskifti um fullveldi ella ikki, saman við orðaskiftinum um blokkstuðulin, greiður Tórbjørn Jacobsen frá.

– Við at kobla hesibaði tingini saman gerða vit júst tað, sum danska stjørnin ynskir og tí er tað at eg sigi at blokkniðurskurðurin hjá fullveldislandsstýrinum ikki gav nakað úrslit.

– Fullveldisstríðið – eigur at verða ført á heilt øðrum víðvøllum og hyggja vit aftur á tíðina við lægri blokki so er realpolitiska støðan millum Føroyar og Danmark so at sigað einkið broytt.

– Hetta vísir at rættast var um vit als ikki framdu blokkniðurskurðin fyrr enn vit veruliga fingu politiskan vinning burtur úr.

Uppskotið hjá sjálvstýrinum ongan møguleika
Næstformaðurin í Tjóðveldinum heldur sera lítið um uppskotið hjá Sjálvstýrinum at skerja blokkin eina millión krónur um árið.

– Verður uppskotið samtykt so er tað fyri fyrstuferð formalisera við eini føroyskari lóg at vit skulu taka ímóti blokkinum úr Danmark.

– Tí ferð Tjóðveldi als ikki at taka undir við uppskotinum, men eg kann tó fegnast um at gamla sjálvstýrið við hesum uppskotinum hevur yvirhála Radikalt Sjálvstýrið (Fólkaflokkin).

– Við uppskotinum hjá Kára og Kára fáa Føroyar fullveldi um eini 300 ár og tað er alt ov leingi – tí eg ætli mær sjálvur at verða vitni til dagin tá Føroyar velja loysing, sigur Tórbjørn Jacobsen í stuttari viðmerking.

Harleyfacadeacryl