Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blokkurin á null..

John William Joensen

Okkara samfelag er afturútsilgt á mongum økjum. Orsøkin til tað er millum annað, at blokkurin varð skerdur við 366 milliónum krónum árliga, fyri fáum árum síðani.

Higartil eru næstan 3 milliardir mistar. Eru vit vorðin ríkari og samfelagið betri av teirri orsøk?

Eg haldi, at ríkisveitingin ikki er annað en ein kompensatión fyri millum annað tað ið fyritøkur, serliga Danmark vinna av, at vit innflyta at kalla alla okkara vøru. Um vit ikki fáa hesa kompensatión, so fer alt yvirskot, ið vit skapa her á landi í lummarnar á útlendskum forrætningsfólkum. Um vit ikki fáa fáa ríkisveitingina, so streymar peningur av landi í so stórari nøgd, at vit ikki megna at røkja og menna okkara vælferðarsamfelag. Og tá er stórur vandi á ferð.

Sum skilst eri eg ósamdur við Zacharias Wang. Sum skilst á ZW, so er fíggjarlógin ein katastrofa, tí blokkurin m.a. ikki er null. ZW nevnir, at skattgjaldarin skal leggja rygg til nógv.

Hesum seinasta eri eg samdur við ZW um. Men hvussu hevði skattgjaldarin havt tað, um blokkurin varð skorin niður á null. Tað nevnir ZW onki um, og hví ikki. Hann nevnir heldur onki um skerjing av skúlum, sjúkrahúsum,ellis og røktarheimum,niðurlaging av samfelagnum á øllum økjum, eins og hópfráflyting.

Tí hevði verið so sera gott at fingið upplýst frá ZW, hvussu hann kundi hugsa sær eina vaksandi fíggjarlóg við minkandi inntøkum. Hvussu skal tað hanga saman. At alt skal blíva so nógv betri, um blokkuiin verður skorin meira man verða ringt at skilja hjá mongum, ið tvørturímóti síggja, at tað kann geva okkum enn størri trupulleikar.

Eg havi í hesum sambandi nakrar spurningar, ið eg vænti at fáa svar uppáfrá ZW.

1: lækkar oljuprísurin, um blokkurin verður avtikin? Um so er, hvussu nógv?

2: Hækkað lønir hjá arbeiðsfólki, sjúkrasystrum og lærarum o.ø. í longu nú fáa ov lítið í løn ?

3 hækkar/lækkar lønarlagið í Føroyum, um ríkisveitingin verður avtikin?

4 lækkað rentur og avdráttir hjá húsaeigarum, um lønarlagið lækkar.

5 Um útreiðslurnar hækka og lønin lækkar – er tá ikki vandi fyri, at tað ikki fer at hanga saman hjá mongum føroyingi – og vit tá fáa eina nýggja kreppu?

Vónandi kann Zacharias Wang greiða føroyingum frá, hvussu hann ætlar at leggja lunnar undir eina nýggja kreppu og hópfráflyting úr Føroyum við at skerja blokkin niður á null?

Heilsan Marjus Dam