Landsstýrið hevur ætlanir um, at skerja blokkin. Til síðsta val vóru tað nógvir flokkar, ið tosaðu um sjálvberandi búskap.
Heðin D. Poulsen
Men, sum við so mongum vøkrum orðum, so er tað so ymiskt hvat flokkar og persónar leggja í orðini.
At Sambandsflokkurin ikki tekur undir við einum niðurskurði í blokkinum kann ikki koma óvart á nakran. Ráddi Sambandsflokkurin, so høvdu vit bert liva av olmussu úr Danmark. Men, tað sum man undra mong er, at nú eru tveir Sambandsflokkar á tingi, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin. Hetta er ein politisk vend síðani samgongusamráðingarnar millum ABC, har tað kom fram, at ein av mongu ósemjunum var, at ein partur av Fólkaflokkinum kravdi niðurskurð av blokkinum. (Dimmalætting 25. januar 2008)
Nú hevur so formaðurin í Fólkaflokkinum vegna flokk og tingmanning, melda greitt út, at vallyftini ikki halda longur og at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við niðurskurði av blokkinum.
Fíggjarætlan
At skerja blokkin, uttan eina greiða ætlan, hvussu tilsvarandi upphædd skal koma í landskassan, er í hesum døgum – í besta føri, vánalig planlegging.
Sjálvstýrisflokkurin lovaði eisini sjálvberandi búskap til síðsta val, men skil skal vera í. Tann dagin ein skilagóð fíggjarætlan og vakstrarætlan fyri búskapin fyriliggur, um hvar inntøkurnar, ið vit missa við einum møguligum niðurskurði skulu koma frá, eigur flokkurin at taka undir við niðurskurði av blokkinum.
Tað eigur tó, at vera heilt greitt, at avgjøld ella skattir skulu ikki hækka, fyri at fíggja ein niðurskurð í blokkinum.




