Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blues Perlan 2016 í kvøld

Danial Viðoy

Í kvøld, leygarkvøldið 2. apríl, verður mini-tónleikafestivalurin Blues Perlan karmur um nakrar av fremstu føroysku bluestónleikarunum, ið fara at leita sær skjól á pallinum í Reinsarínum.

Tíðindaskriv – TUTL:

Í kvøld, leygarkvøldið 2. apríl, verður mini-tónleikafestivalurin Blues Perlan karmur um nakrar av fremstu føroysku bluestónleikarunum, ið fara at leita sær skjól á pallinum í Reinsarínum.

Hetta er triðju ferð, at tiltakið verður hildið. Fyrstu ferð var í 2014, og bæði tá og í fjør vóru nógv fólk og vitjaðu.

-Hugnin var í topp. Í ár fara vit umframt føroyskar bólkar eisini at hava útlendskar tónleikarar at framføra,” greiða fyriskipararnir frá.

Hesi nøvnini er við á Blues Perluni 2016:

Uni Debess & The Tomcats
Holbæk, Holbæk og Jacobsen
Benjamin Petersen
Ragnar Finsson
Red Dawg

Dyrnar lata upp kl. 19.00, og atgongumerki fáast við dyrnar og á heimasíðuni hjá Reinsarínum.