Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bluff ella fakta um pensión og Samhaldsfasta

John William Joensen

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í Almannamálum, Hans Pauli Strøm er firtin og skírir tað bluff, tá eg í grein herfyri vísti á, at tað í stóran mun er bluff, tá sagt verður, at pensiónin er hækkað almikið frá 2004 – 2008.

Havi tí funnið fram tøl, ið grundgeva fyri mínum uppáhaldi.

Tølini vísa greitt, at tað er hækkaða gjaldið úr Samhaldsfasta og ikki hægri pensión, ið ger, at pensionistar fingu størri útgjald samanlagt í 2008 enn í 2004.

Talvurnar vísa gongdina í útgjaldi í pensión og Samhaldsfasta árini 2004 og 2008:

Talva 1
Stakir pensionistar uttan
aðra veiting (um mðr.)      2004        2008       munur

Grundupphædd               4.169         4.169         0
Viðbót                             2.544          2.977       433
Viðbót til ávísar
pensionistar                       412            577        165
Pensión til ógift tilsamans 7.125        7.723        598

Talva 2

Hjún uttan aðra veiting
(pensión um mðr.)              2004        2008      munur

Grundupphædd                 6.626        6.626         0
Viðbót                                3.938        4.608       670
Viðbót til ávísar
pensionistar                         412           577        165
Pensión til gift tilsamans  10.976      11.811       835

Talvurnar 1 og 2 vísa, at pensiónin bert er hækkað við 598 krónum tilsamans árini frá 2004 til 2008 fyri støk og við 835 krónum fyri hjún. Hækkingin stavar frá javningini í viðbótunum. Grundupphæddin er óbroytt og hevur harvið minni virði. (Tølini eru fingin frá Almanamálaráðnum)

Talva 3
Mánaðarligt útggjald
úr Samhaldsfasta                  2004      2008      munur
Stakur pensionistur                 700     2.230      1.530
Hjún, ið eru pensionistar      1.400     4.460      3.060

Talva 3 vísir greitt, at tað er hækkaða gjaldið úr Samhaldsfasta á 1.530 krónur fyri støk og 3.060 krónur fyri hjún, sum ger, at pensionistar fáa størri útgjald í 2008 enn í 2004. (Tølini eru fingin frá Landsbankanum)

Tølini vísa greitt, at tað eru serliga gjøldini úr Samhaldsfasta, sum eru hækkað, meðan pensiónin so at siga er óbroytt, í samsvar við tað eg fyrr havi ført fram.

Samhaldsfasti ikki partur av pensiónini, tí partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjalda sjálvir

Samhaldsfasti er ikki partur av sjálvari pensiónini, sum verður goldin umvegis stórapott, soleiðis sum fyrrverandi landsstýrismaðurin, HPS vil verða við. Útgjaldið úr Samhaldsfasta stavar hinvegin frá “øktum skatti”, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rinda í Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin, ið einki hevur við landskassan at gera

.
Javnaðarflokkurin hevur eisini ferð eftir ferð vart seg við, at skattalættarnir í fyrru ABC ikki vóru so stórir, sum onkur vildi vera við, tí inngjaldið í Samhaldsfasta varð hækkað samstundis. Tí er løgið, at útgjaldið úr Samhaldsfasta nú verður lýst sum vanlig pensión.

Ein hin mest virdi politikarin í Føroyum í nýggjari tíð, fyrrverandi løgtingskvinnan Karin Kjølbro, lýsir støðuna ógvuliga væl í kronikki í Dimmalætting týsdagin 1. sept. 2009. Hon sigur m.a.: “Hesin grunnur (Samhaldsfasti) hevur bjargað pensionistunum í Føroyum, tí fólkapensiónin hevur stórt sæð verið óbroytt……Teir (politikarar) ganga støðugt fram á rað og tosa um hækkaðu pensiónina í teirra tíð. Tað er ósatt”.

Somuleiðis greiður Karin Kjølbro í kronikkinum frá gongdini, tá arbeitt var við Samhaldsfasta og nevnir, at fakfeløgini vóru ímóti, tí tey mettu ætlanina um Samhaldsfasta sum eykaskatt. Og sum hon tekur til: “Tey fingu rætt”.

Júst ræðslan fyri hesum eykaskatti gjørdi somuleiðis, at onkrir politiskir flokkar, eisini Sambandsflokkurin, vóru skeptiskir mótvegis ætlanini um Samhaldsfasta í byrjanini.

Tíðin hevur eisini víst, at pensiónin, sum skal gjaldast úr stórapotti, hevur staðið í stað, ímeðan hægri inngjøld (skattur) frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum gera, at pensionistar fáa hægri útgjald úr Samhaldsfasta.

Koddi
Samhaldsfasti er tí vorðin koddi hjá ávísum politikarum, sum manipulera seg fram til, at pensiónin er hækkað. Sera óheppið má sigast, tí tað førir við sær, at lítið verður gjørt við at betra um pensiónina.

Góð skipan
Skal til endans undirstrikað, at Samhaldsfasti er góð skipan, sum bæði fakfeløg og politiskir flokkar við tíðini hava tikið til sín. Men tað eigur ikki at frítaka politisku skipanina fyri at betra um sjálva pensiónsskipanina, ið er góð á nógvum økjum, men sum eisini hevur síni lýti.

Bjørn Kalsø