Teir báðir Símun Petur Zachariassen og Martin Johannesen kláraðu seg stak væl í bocciakappingini, sum ÍSB skipaði fyri leygardagin.
Margee Dam, sum stendur fyri undirvísing í boccia ítróttini um vetrarnar í Klaksvík, sigur, at undirtøkan her hevur verið góð, hóast tað hevði verið ynskiligt at fleiri rørslutarnað og pensionistar høvdu luttikið.
Í kappingini í Havn leygardagin luttók Símun Petur Zachariassen í kappingini fyri menningartarnað vaksin og vann hann gull. Martin Johannesen luttók í kappingini fyri vaksin rørslutarnað og vann hann silvur í hesi kappingini.
Sigast má, at hetta vóru góð úrslit, tí luttakarar vóru úr so at siga øllum landinum. bocciaítróttin er liðug fyri veturin, men Margee Dam sigur, at farið verður aftur undir kapping komandi vetur og tá vónar hon at enn fleiri hava hug at luttaka í hesi ítrótt.
Fyri at luttaka í bocciaítróttini krevst lítil og eingin førleiki, men um tú hevur ambitiónir at koma langt, so er ítróttin krevjandi, tað er helst hetta sum ger, at boccia vinnur fram allastaðni kring okkum.




