Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Boð eftir sløkkiliðnum

Oliver Joensen

Sunnumorgunin vórðu boð eftir sløkkiliðnum til Toll og Skatt bygningin á kajuni, orsakað av nógvum royki í bygninginum.

Tá eitt av starvsfólkunum á Toll og Skatt úti í Klaksvík fór inn á skrivstovu sína sunnumorgunin eftir einum lykli, gjørdist tað varugt við at nógvur roykur var í bygninginum og ringdi tí til 112 og boðaði frá. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og funnu teir fram til at í einum dunga av saguspønum har roykur kom úr. Politiið sigur, at teir ikki vita hvør orsøkin er, men møguliga er orsøkin ein sigarett, ið tveitt er í saguspønirnar leygardagin. Saguspønir brenna ikki og tí var bert neyðugt við eini spann av vatni fyri at sløkkja. Nógvur roykur var tó í bygninginum og tí stóðu øll vindeyguni í bygninginum víðopin meginpartin av sunnudegnum.