Fyri einum mánaða síðani herjaði ódnarveður í Danmark og landið lá lamið. Aftur nú er ódnarveður ávegis. Ódnin hevur fingið navn og verður kallað Bodil.
Fyri einum mánaða síðani herjaði ódnarveður í Danmark og landið lá lamið. Aftur nú er ódnarveður ávegis. Ódnin hevur fingið navn og verður kallað Bodil.
Longu nú eru fleiri avlýsingar í samferðsluni. Stórabeltsbrúgvin steingir klokkan 11.00 danska tíð.
Ódnin fyri einum mánaða síðani setti nógv met. Veðurfrøðingar vænta ikki at Bodil fer at seta nøkur met, men teir siga at hendan fer at vara eitt sindur longri.
Á vestursíðuni, har Bodil longu hevur rembað sær, eru nógvar avlýsingar. Skúlar steðga skúlagongdini og almenn ferðsla er so smátt byrja at pakka saman.
Í ódnini fyri einum mánaða síðani mátti flogvøllurin í Kastrup steðga øllum í nakrar tímar. Í dag kann væntast at flogferðslan verður tarnað um sekstíðina.




