Bodø/Glimt ynskti at fáa dystin útsettan til mikukvøldið, KÍ ynskti at fáa dystin spældan í kvøld.
Norska TV2 skrivaði í morgun, at Bodø/Glimt hevði sett ynski um at fá dystin fluttan til mikudagin, meðan KÍ allatíðina hevur havt ynski um at spæla í kvøld. M.a. vegna praktiskar orsøkir, har stórur hópur av fólki hevur lagt alt til rættis, at tað skal verða júst hendan dagin. Eisini er tað nevnt, at Bodø/Glimt frá fyrsta degi eftir lutakastið hevur fingið kunning um, at floglíkindini í Føroyum kunnu geva stórar avbjóðingar, um ein kemur ov seint.
– Alt tyder på at Klaksvik gjør det de kan for at den ikke blir flyttet. Jeg, og vi, mener at det eneste rette er at kampen går i morgen, sigur Bodø/Glimt-venjarin Kjetil Knutsen við TV2.


