Hódagin 7. novembur sótu milliónir av Amerikanarum frammanfyri sjónvarpsskýggjan og lýddu á aldrandi evnagelistin Billy Graham, sum júst hendan dagin rundaði sín 95 ára føðingardag. Hóast merktur av elli, so er hann krystalklárur í boðskapinum um Krossin, har hann situr í sínum yndisstóli heima í síni egnu stovu í Statinum North Carolina. Í samtaluformi greiðir hann við stuttum og einklum setningum, frá frelsandi kraftini í blóði Kristusar á Krossinum.
ALDRANDI EVANGELISTURIN
Hódagin 7. novembur sótu milliónir av Amerikanarum frammanfyri sjónvarpsskýggjan og lýddu á aldrandi evnagelistin Billy Graham, sum júst hendan dagin rundaði sín 95 ára føðingardag.
Hóast merktur av elli, so er hann krystalklárur í boðskapinum um Krossin, har hann situr í sínum yndisstóli heima í síni egnu stovu í Statinum North Carolina. Í samtaluformi greiðir hann við stuttum og einklum setningum, frá frelsandi kraftini í blóði Kristusar á Krossinum.
Sendingin er ½ tíma. Eisini inniheldur hon stutt og sera góð innsløg frá talum, sum Billy Graham hevur hildið á stórmøtum upp ígjøgnum árini. Eisini eru tvey ung, sum siga frá sínum forvitnisliga vitnisburði, men høvuðsinnihaldið í sendingini eru innsløgini, har Billy sjálvur í samtaluformi tosar um Krossin, tess týdning og ávirkan.
Sendingin endar við, at Billy Graham, soleiðis, sum hann altið gjørdi á sínum kampanjum, heitir á lurtaran at taka eina persónliga støðu fyri Kristusi, og tá er tað, at hann biður tað kendu yvirgevilsisbønina.
Eitt grannaátak
Trúgvandi familjur um alt Amerika hava seinastu vikurnar bjóðað grannum, sum ikki vanliga koma til evangelisk møti ella í kirkju, inn til eina hugnaløtu í heimi teirra hóskvøldið 7. novembur, at síggja og hoyra Billy Graham.
Hetta er eitt evangelistiskt átak, sum hevur koyrt nakrar vikur í Amerika, sum kallast “Hope for the Nation” (Vón fyri Tjóðina). Tað er sonur Billy Graham, Franklin Graham, sum stendur á odda fyri hesum átaki, og hæddarpunktið var hóskvøldið, tá fólkið kundi uppliva einaferð enn at síggja og hoyra Billy Graham.
Um tú ynskir at sígggja sendingina, so ber til at fara inn á sjónvapsstøðina




