Klaksvíkingar spenna seg út til komandi ár.
Klaksvíkingar spenna seg út til komandi ár.
Í Team Klaksvík vilja teir ikki vátta tíðindini, men tað tykist púra greitt, at stórskjúttin seinastu árini í H71, Bogdan Florea, verður Team Klaksvík leikari komandi ár. Leysasøgurnar hava gingið eina tíð og nú tykist tað greitt, at Bogdan spælir í Klaksvík komandi ár. Norðlýsið hevur fingið váttað frá sera álítandi keldum, at sáttmáli er undirskrivaður.
Frammanundan hevur Team Klaksvík gjørt avtalu við Dusko Petrusic um at spæla komandi ár.




