(Budapest) Liverpool málverjin helteftir dystin millum Ungarn og Føroyar, at føroyska liðið stóðseg væl og serliga málverjin. Hann viðmerkti eisini støðuna hjásær í Liverpool, har nýggjur venjari er komin til.
Adam Bogdan er í løtuni eykamálverjihjá bæði Liverpool og Ungarn. Hann hevði lagt til merkis góðaavrikið hjá føroyska landsliðsmálverjanum Gunnar Nielsen ogrósti annars føroyska liðnum fyri gott spæl. Um støðuna íLiverpool hjá sær segði hann soleiðis:
– Tað er trupult at siga. Eg hugsi, atstøðan er áleið tann sama. Eg vóni at fáa nakrar møguleikar atvísa mínar førleikar fram. Higartil hevur tað verið í CapitalOne Cup, og eg vóni at kunna fáa møguleikan aftur har. Tað erringt at siga, um støðan er broytt, nú Jurgen Klopp er blivinvenjari. Eg má bara gera mítt besta til venjing. Tað er treytirnarhvønn dag óansæð venjara. Fært tú møguleikan so ræður um attaka av. Liverpool er eitt fantastiskt felag, segði Adam Bogdan.




