Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bøgøta stongd vegna landsdyst

klaksvik.fo

Í samband við U21 landsdystin millum Føroyar og Norðurmakedónia, sum verður hósdagin 7. oktober 2021 kl. 14:00, verður Bøgøta stongd fyri allari ferðslu.

Hetta tíðarskeiðið steðgar býarbussurin ikki á Bøgøtu, men bussleiðin verður umløgd og førd umvegis Borðoyarvík. Vitjandi í svimjihøllini verða biðin um at seta bilin við Badmintonhøllina.