Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bók um Nólsoyar Páll

Tíðindaskriv

Herfyri spurdu vit um manning Nólsoyar Páls feigdarferðina í 1808. Fólk hava víst hesum stóran áhuga, og vit takka øllum, sum hava hjálpt til at fáa menninar upp á pláss:

Herfyri spurdu vit um manning Nólsoyar Páls feigdarferðina í 1808. Fólk hava víst hesum stóran áhuga, og vit takka øllum, sum hava hjálpt til at fáa menninar upp á pláss:

Thomas Joensen var úr Nólsoy. Hann var stýrimaður Nólsoyar Páls. Sonurin, Joen Thomasen, var fyrsti lærari í Nólsoy. Abbasonurin, Thomas Joensen Skylv, var kendur skipari. Hann tók stýrimansprógv í Danmark 10. mai 1875.

Magnus Zachariasen var ættaður úr Fuglafirði. Í fólkateljingini í 1801 er hann 15 ára gamal. Mamma hansara, Elsebeth Joensdatter 1758-1788) var úr húsunum úti í Beiti í Fuglafirði. Faðirin, Zacharias Hansen, doyði 08.08.1805 – 59 ára gamal.

Dánjal Olsen var úr Heimistovu á Uppsølum (Klaksvík). J. Símun Hansen sigur í Tey byggja land, 7. bindi: “Danial Olesen f. 10/9 -1788; tað sigst, at hann var við Nólsoyar-Páll, tá teir gingu burtur fyrst í 1809. Hann er konfirmeraður í 1801 og finst so ikki aftur her.”

Jógvan (Joen) Joensen tykist enda í Amerika. Vit hava fingið sera forkunnugar upplýsingar frá heimildarfólkum úr Vági og úr Porkeri.

Á minnisplátu í Vermont í USA stendur eitt nú: John Johnson a native of Suderoe, Faroe Islands, departed this life….. 80 years.” Vit nevna, at hann í sjóbardaga misti høgra arm.

Joen Joensen doyði í 1867 og liggur grivin saman við konuni Elizabeth Everett. Synirnir báðir vóru prestar, og ein abbasonur varð biskuppur í Denver í Colorado.

Úr Porkeri sigur heimildarfólk okkara millum annað:

Joen Joensen, f. umleið 1785 (Jógvan á Gaddi) var húskallur í Gjørðum um tað mundið, tá Nólsoyar Páll saman við Per í Gjørðum og øðrum bygdi Royndina Fríðu í Vági. Onkran veturin var hann á Norðoyri hjá Nólsoyar Pálli, og í juni 1808 var hann stýrimaður? við Royndini á ferð til Danmarkar. Tað var vandaferð, Danmark var í kríggj móti bretum, bretsku herskipini reikaðu havið runt og tóku øll skip, sum vóru á veg til og frá Danmark.

Komnir eystur um Skagen bleiv Royndin Fríða tikin av enska kaparaskipinum Fury og skuldi førast inn til Gøteborg, men í svenska skergarðinum fór hon á land og bleiv vrak. Manningin á Royndini varð tikin til fanga og seinni førd til London. Har fekk Nólsoyar Páll nýtt skip við farmi at flyta til Føroya, teir komu ongantíð vegin fram.

Men so er spurningurin, hvussu gekst Jógvan á Gaddi í London. Kanska var hann bara tikin av bretum og limaður i herflotan, neyvan hevur hann á enskum dugað at greiða frá, hvør hann var, ella hvar hann kom frá, ella vildi hann ikki aftur til armóðina, ið tá var í Føroyum.

Heimildarfólk okkara úr Porkeri endar frásøgnina við hesum orðum:

Vit vita, at í 1808 var Jógvan á Gaddi við Royndini á Danmarkarferðini og var saman við hinum førdur við fangaskipi til Bretlands.

Men annars so týðir nógv upp á, at Jógvan á Gaddi var maðurin, sum endaði í Amerika.