Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaframløgur í H.N. Jacobsens bókhandli

Forlagið Fannir

Leygarkvøldið 1. februar 2014 kl. 19.30 býður Forlagið Fannir til bókaframløgur í H.N. Jacobsens bókhandli, sum hetta kvøldið hevur opið til kl. 21 í sambandi við tiltakið Vetrarljós.

Leygarkvøldið 1. februar 2014 kl. 19.30 býður Forlagið Fannir til bókaframløgur í H.N. Jacobsens bókhandli, sum hetta kvøldið hevur opið til kl. 21 í sambandi við tiltakið Vetrarljós.

Forlagið leggur fram tríggjar bøkur: tvey brævasøvn og eitt leikrit.

Søvnini bæði víkja at Jákupi Jakobsen (1864-1918), sum var sonur H.N. Jacobsen. Í øðrum eru brøv, sum leik og lærd skrivaðu føroyska granskaranum í tíðarskeiðinum frá 1887 til 1918. Í hinum eru brøv, sum Jákup Jakobsen skrivaði til síni frá 1875 til 1918. Flest øll brøv eru skrivað á øðrum málum enn føroyskum – Marianna Debes Dahl hevur týtt tey. Seinna savnið er eisini grund undir skaldsøguni “Endurskin”, sum Marianna skrivaði og Fannir gav út í 2002.

Leikurin, sum verður lagdur fram, er 9. bók í røðini “Leikrit”: Hans A. Djurhuus: “Annika”, 1917. Árni Dahl legði til rættis og skrivaði viðmerkingar.

Undan framløguni – kl. 19 – syngur Niels Midjord. Hetta er liður í tiltakinum VETRARLJÓS 2014.

Forlagið Fannir

Árni Dahl