Fyrsti fyrilesturin í Torravikuni í Klaksvík var stór-succes.
Bókasavnið var meir enn fullsett av norðoyingum og eysturoyingum, meðan Knud Simonsen greiddi hugtakandi frá HÚK-skipanini, sum kann siga frá streymi og góðum miðum
Týskvøldið helt Knud Simonsen, havfrøðingur á náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya sera áhugaverdan fyrilestur. Streymkort frá teldusimuleringum, fiskimiðasøvn og bátakunnleiki eru savnað í eina telduskipan, sum er ætlað at verða hent kunning hjá teimum, ið dáma at fara á flot av og á.
Eisini útróðrarmenn hava sýnt skipanini áhuga. Grundarlagið undir skipanini er frá áralongum virksemi á Fróðskaparsetrinum og á Fiskirannsóknarstovuni, sum er runnið saman við stóra bátaáhuganum hjá nøkrum einstaklingum og virkjum.
Greitt varð frá grundarlagnum undir nýggju HÚK-skipanini, har tú kanst framrokna tær rákið, so tú sær nær er best at leggja ætlaðu leiðir.
Eisini kannst tú leggja egin mið inn í skipanina, og um tú vil – myndir av ýtum. HÚK-skipanin kann heintast ókeypis av netinum.
Knud hevði eitt lætt tosingarlag við smáum skemtiligum viðmerkingum. Hesar framdu eisini eina góða fatan av eini rúgvusmiklari telduskipan, sum flestu sjómenn onkusvegna hava kunnleika til.
Tá ið tann eini viðoyingurin fór um hurðina væl nøgdur, læt í honum: Hetta var weldigt!
Og prátið gekk so lystiliga aftaná – Tá høvdu teir stillføru menninir nógv at fortelja og spyrja um afturvið einum kaffimunni
Jú, sanniliga fingu áhoyrarnir úr Lorvík, Gøtu, Søldafirði, Runa-, Ritu- og Æðuvík saman við norðoyingunum eitt áhugavert kvøld..




