Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókaummæli v/ Eyðun Joensen, eftirløntum sálarfrøðingi: Bókaummæli: Ziskatrøðbrekkan

(Norðlýsið – Tíðindi)

Christoffer Jensen : Ziskatrøðbrekkan, at vaksa upp í 1950´unum.

Út er komin forvitnislig bók um tað at vaksa upp á Ziskatrøðleiðini í Klaksvík í 1950´unum. Bókin lýsir eisini lívssøguna hjá Christofferi fram til, at hann er vorðin vaksin og fer heiman í útbúgvingarørindum.

Doffa hjá Vigant er tiltikin frásøgumaður og undirhaldari og vísir seg nú eisini at duga væl at orða seg í skrift, so at lesnaðurin fangar, og hóast bókin táttar í 300 blaðsíður las eg hana í einum á tamb, hóast neyvt og fjøltáttað, forvitnisligt innihaldsyvirlit, sum kundi freistað til í fyrstu syftu at sortera og lesa petti.

Hóast hasi árini yvirhøvur vóru Føroyum trupul og kørg, var ikki so í Klaksvík, eins og har hendi so mangt annað ríkandi fyri samveruna, umframt sumt sum fekk sinnini í kók. Og øllumhesum og mongum afturat greiðir Doffa hegnisliga, sakliga og ikki sjáldan viðkvæmt frá, so tað fangar lesaran.
Mong munnu kenna seg aftur í bókini, ikki minst javnaldrar Doffa, og ikki minst dugir hann væl at lýsa Ziskatrøð sum eitt viðkomandi og hjartaligt grannalag.

Í støðum er Doffa hóskandi eymur, og gott tað sama. Hjartanemandi er lýsing hansara av hansara góðu og klóku, gomlu ommu úti undir væðingini á Biskupstøð, sum hann so javnan visti at leita til við truplum spurdómum, og sum eisini onnur børn í familjuni leitaðu til ella vóru beind til við sínum lívsspurningum.

Havi so mangan havt tað fyri munni, hvussu umráðandi tað er at hava vaksin at fara til, sum hava stundir, vilja og hegni til at lurta og lata lívsvísdóm frá sær.

Doffa dugir væl at skriva og hevur eyðvitað nógv meira forkunnugt afturat at fortelja fólki. Hann er jú illa nokk komin til manns, har hendan bókin endar, og hann hevur síðani livað eitt fjølbroytt manndómslív. Doffa kundi hóskandi hildið fram og greitt frá síni karrieru sum poppsangari, sínum lestrarárum niðri, tá hann m.a. búleikaðist í lítlu íbúðini uttan vesi á Nørrebrúgv, og tá tað var ølstreika, og hvussu Eldbjørn, hann og eg loystu eisini tann trupuleikan.    Um sítt lærarayrki í Klaksvík og fleiri krønikur úr skótaverðini, t.d. tá vit kavaðu inni í Skúvadali og malludreingirnir gjørdu fortreð, ella tá vit fløddu inni í áarføri í Vatnsoyrum og vit søktu skjól í flógva kjallaranum í summarresidensinum hjá gamla Kjølbro. Tað hevði givið eina fjálgari mynd av gamla enn bert sum matadorur og prædikumaður í Klaksvík.

Doffa hevur nógv afturat at oysa av, og at skriva dugir hann so eisini, og tí bíða vit forvitnu lesarar bara eftir at hann skjótt tekur annan og enn fleiri tættir upp.

Vinarliga Ey Jo