Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókin hjá Hanusi Samró løgd fram

Danial Viðoy

Nýggjasta bókin hjá Hanusi Samró um makrelstríðið er komin út í dag. Framløgur góvu teim vitjandi ein brellbita.

Nýggjasta bókin hjá Hanusi Samró um makrelstríðið er komin út í dag. Framløgur góvu teim vitjandi ein brellbita.

Hetta er fimta bókin hjá Hanusi Samró, longu tann næsta í ár. Og sum skilst, er ein sætta bók ávegis. Nei, Hanus liggur ikki á latu síðuni, tá ið umræður skriving av bókum.

Tað var klokkan 16.00 í dag at skipað varð fyri almennari bókaframløgu í Miðlahúsinum í Havn. Fitt av fólki var komið saman.

Tvær framløgur vóru. Viberg Sørensen, fyrrverandi formaður í Føroya Reiðarafelag, greiddi frá um upprunanum til makrelstríðið. Greiddi frá teimum kreftunum, ið mældu til at lata vera við at slíta strandalandaavtaluna; um hvussu nógvar deildar meiningar vóru um hetta eyma mál. Tað vóru nógvar spenningar, greiddi hann frá. Tí var gott, at Fiskimálaráðharrin var greiður yvir, hvat hann vildi.

– Tað var ikki altíð stuttligt, men tað var spennandi, segði Viberg Sørensen m.a. í stuttu framløguni.

Hanus Samró, høvundurin handan bókina, segði eisini nøkur orð og byrjaði við at siga:

– Alt tað, sum Viberg Sørensen júst hevur sagt, er við í míni bók, umframt meira enn tað, segði ein væl nøgdur Hanus Samró.

Bókin er 146 síður til longdar, umframt fylgiskjølini, sum fylla góðar 100 síður.

Harleywoodpaint