Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bókin Trolaralív hevur selt sera væl

tíðindaskriv

17. november var bókin hjá Torleifi Johannesen, sjómanstrúboðara, “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum” løgd fram. Samstundis kom hon í bókasølurnar um landið. Ikki kann sigast annað enn, at bókin hevur selt sera væl.

November og desember eru óivað bestu mánaðir at selja bøkur í.

17. november var bókin hjá Torleifi Johannesen, sjómanstrúboðara, “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum” løgd fram. Samstundis kom hon í bókasølurnar um landið. Ikki kann sigast annað enn, at bókin hevur selt sera væl.

Av goymsluni í Leguhúsinum í Nesvík og hjá Bókamiðsøluni fóru umleið 2850 bøkur út til jóla. Torleif er sera fegin um søluna og metir, at umleið 2600-2700 bøkur vórðu seldar í ein góðan mánað, frá 17. november til 23. desember.

Nakrar bøkur eru eftir enn, so tey, sum ikki hava ognað sær hana, kunnu framvegis keypa hana í Leguhúsinum í Nesvík tlf. 470000 ella í bókabúðunum um landið

Harleyfacadeacryl