Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bólkarnir í steypakappingini eru hesir

Jákup Ósá

Í januar mánað verður bólkaspælið í steypakappingini í hondbólti avgreitt. Bólkarnir eru nú komnir uppá pláss.

Í fjør bleiv á fyrsta sinni spælt við bólkaspælið í januar í steypakappingini og hetta virkaði so væl, at roynt verður við tí sama hetta kappingarárið. Bólkarnir vera skipaðir eftir, hvar liðini liggja á stigatalvuni í landskappingini í løtuni. T.d. fara nummar 1 og 2 í hvør sín bólk o.s.v.

Bólkarnir eru soleiðis skipaðir:

Menn:

Bólkur1: VÍF, Neistin, KÍF og H71 2

Bólkur 2: Kyndil, H71, STÍF og Team Klaksvík

Kvinnur:

Bólkur 1: Neistin, VB og STÍF

Bólkur 2: Kyndil, VÍF, Stjørnan og Søljan

Øll liðini spæla einaferð móti hvørjum øðrum. Tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki fara víðari til hálvfinalurnar.