Aftri meg nakað við at nevna orðið skomm, men tað er veruligani for galið, at man ikki kann keypa sær feskan fisk í Klaksvík.
Havi áður skrivað um ruðuleikan á Stongunum, men har finst eisini gamla “Bollafabrikkin” á økinum. Tað er ikki so frægt, at kommunan veit hvør eigur bygningin! Onkur hevur eisini longu nevnt standin, tað lekur í eyru og seyru. At bygningurin helst eisini er ein tikkandi bomba, tað fer einans tíðin at vísa.
Ein upplagdur møguleiki er at umvæla/umbyggja partar av “Bollafabrikkini” til eitt sølutorg. Tað krevst ikki annað enn ábøtur og keyp av t.d 2-3 skúrum. Skúrarnir verða klárgjørdir til fiska-, fugla- og kjøtsølu. So hava vit skapað eitt sølutorg í fiskivinnuhøvuðsstaðnum; á tí staðnum, har virksemið fer fram. Tvær flugur í eitt smekk, uttan at tað kostar fleiri milliónir.
Afturat tí er høvið til eina nýskapandi skipan, sum kann gagna kommunu og fólki væl. Ístaðin fyri at taka leigugjald fyri nýtslu av sølutorginum, kundi t.d eldrasambýlini og sjúkrahúsið fingið nøkur kók, av og á, frá teimum ið seldu har. Tað koppar ongari fíggjarætlan hjá hvørki seljara ella kommunu, og er kærkomin heilsugóður matur hjá teimum eldru at fáa. Og sum rosinan í pylsuendanum, er tað ein fíggjarlig sparing fyri stovnarnar, sum aftur er sparing hjá kommununi.
Finnbjørn Vang, útróðrarmaður og valevni Javnaðarfloksins




