Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bolton 2015: Keypt Heskey og Guðjohnsen

Jákup Ósá

Bolton Wanderers hevur seinastu tíðina styrkt liðið við tveimum gomlum kenningum í enskum fótbólti.

Íslendski Eiður Guðjohnsen skifti til Bolton fyri stuttari tíð síðani og nú hevur Bolton gjørt sáttmála við fyrrverandi enska landsliðsleikaran Emile Heskey. Báðir eru teir 36 ára gamlir og høvdu ongan sáttmála frammanundan, men fingu eftir royndarvenjing í Bolton spælt seg til sáttmála. Guðjohnson hevur áður spælt við m.a. Chelsea og Barcelona, meðan Heskey hevur spælt við Liverpool, Aston Villa og Leicester.

Bolton liggur í løtuni á 16. plássi av 24 liðum í næstbestu deildini. Venjari hjá Bolton er Neil Lennon.